Microsoft word - Álit um giktaøkið í føroyum 111206


Innihaldsyvirlit:

FORORÐ . 3
1. INNGANGUR . 4
2. LÝSA OG GREINA GIKTASJÚKUR . 6
3. LÝSA NÚVERANDI VIÐGERÐARMØGULEIKAR Í FØROYUM . 10
4. LÝSA VIÐGERÐARTØRVIN . 12
5. UPPSKOT/TILMÆLI UM HVUSSU VIÐGERÐARVIÐURSKIFTINI HJÁ UMRØDDU SJÚKLINGUM
KUNNU BETRAST OG SKIPAST. . 17

6. FYRIMUNIR – VANSAR . 18
7. KOSTNAÐARMETINGAR AV UPPSKOTINUM TIL LOYSN Á VIÐGERÐARVIÐURSKIFTUNUM . 19
HEIMILDIR. 22
SKJØL. . 23

Fororð
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum setti í 2004 ein arbeiðsbólk, hvørs uppgáva var at
orða eitt álit til landsstýrismannin um viðgerðarviðurskiftini hjá giktasjúklingum í Føroyum.
Bólkurin hevði sín fyrsta fund 30. september 2004.
Endamálið við arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum hevur verið at koma við uppskotum, um hvussu
viðgerðarviðurskiftini hjá giktasjúklingum kunnu betrast, so hesum sjúklingum kunnu standa góð
og nøktandi viðgerðartilboð í boði.
Álitið hjá arbeiðsbólkinum um viðgerðarviðuskiftini hjá giktasjúklingum er orðað við støði í
niðanfyristandandi arbeiðssetningi.

Arbeiðssetningur:


• lýsa/greina giktasjúkur
• lýsa núverandi viðgerðarmøguleikarnar hjá giktasjúklingum í Føroyum • lýsa viðgerðartørvin hjá giktasjúklingum í Føroyum • koma við uppskotum um, hvussu viðgerðarviðurskiftini hjá hesum sjúklingum kunnu betrast og • lýsa fyrimunir og vansar við uppskotunum til loysn á viðgerðarviðurskiftunum • gera kostnaðarmetingar av uppskotunum til loysn á viðgerðarviðurskiftunum
Landsstýrismaðurin heitti á sjúkrahúsini, Giktafelag Føroya og Kommunulæknafelag Føroya um at
velja hvør sín lim í arbeiðsbólkin.
Niðanfyristandandi umboð hava mannað arbeiðsbólkin.
Limir í arbeiðsbólkinum:
Elin Mørkøre, fyrrverandi yvirlækni og vald av Landssjúkrahúsinum
John Rødgaard, yvirfysioterapeutur og valdur av Suðuroyar Sjúkrahúsi • Eyðbjørg Joensen, leiðandi fysioterapeutur og vald av Klaksvíkar Sjúkrahúsi • Anna Petersen, ergoterapeutur og vald av Giktafelag Føroya • Páll Hansen, kommunulækni og valdur av Kommunulæknafelag Føroya • Jan Simonsen, ráðgevi og valdur av Almanna- og heilsumálaráðnum 1. Inngangur Gikt hevur plágað mannaættina alla ta tíð, ið vit vita um. Leivdir frá menniskjum, sum livdu fyri 500.000 árum síðan, og frá 8000 ára gomlum mumium í Egyptalandi vísa broytingar, sum týða á gikt. Frá fornøldini í Grikkalandi og Rómararíkinum hava vit leivdir av viðgerðarstøðum til giktasjúk, sum ofta vóru løgd á støðum við heitum keldum. Vit hava onga uppgerð um giktasjúk í Føroyum, men mett verður, at støðan er nakað tann sama sum í grannalondum okkara. Í 1995 kom úrslit av kanningum í Danmark gjørdar av Dike: Center for Sundhedsanalyse um ”Muskel- og skeletsygdom, forekomst og sygdomsadfærd”. Kanningarnar vístu, at í einum ári hava 40% av íbúgvunum havt sjúku í rørslulimunum. 16% hava longri varandi giktasjúkur. Av hesum hava 8% ryggjasjúkur, 4% slitgikt, 2% inflammatoriskar giktasjúkur og 2% aðrar sjúkur í vøddum og beinagrind. Hesar sjúkur eru tær, sum oftast eru orsøk til, at sjúklingar verða sjúkraskrivaðir frá arbeiði teirra. Heili 45% av teimum, sum skifta arbeiði ella gevast at arbeiða orsakað av sjúku, gera tað orsaka av trupulleikum í rørslulimunum. Kanningarnar vístu eina øking av longri varandi giktasjúkum: Í 1987 var talið 13% og í 1991 var tað 15,9%. Líknandi kanningar í Noreg, Svøríki og Finlandi vístu eina samsvarandi øking av longri varandi giktasjúkum. 36% av teimum, sum hava trupulleikar í rørslulimunum, søkja sær hjálp innan heilsuverkið, oftast hjá alment praktiserandi lækna, sum hevur møguleika fyri at ávísa tey til fysioterapeut ella serlækna innan økið, um tørvur er á tí. Sjúklingar kunnu eisini venda sær beinleiðis til kiropraktor. Arbeiðsbólkurin metir, at giktasjúkur eru minst líka vanligar í Føroyum sum í hinum Norðanlondunum. Soleiðis skal roknast við, at umleið 7500 íbúgvar hava longri varandi giktasjúku í Føroyum, harav hava umleið 500 liðagikt. Ásannandi væntandi viðgerðarmøguleikar til giktasjúklingar varð føroyskt giktafelag stovnað í 1948 sum deild av danska giktafelagnum. Innsavnaður peningur á 59.000 kr varð givin til nýbygning á Landssjúkrahúsinum, sum fekk navnið Gikta- og Epidemideild. Bygningurin er síðani broyttur og nýtttur til annað virksemi. Frá 1954 til 1977 var ikki stórvegis virksemi í felagnum. Í 1977 varð nýggj nevnd sett, men gongd kom ikki á felagið aftur, fyrr enn tað varð endurstovnað sum serstakt føroyskt giktafelag í 1988. Eftir tað øktist limatalið til umleið 500, og síðani hava verið regluligir kunnandi fundir í felagnum ymsa staðni í landinum. Giktafelagið skipaði millum annað fyri, at svimjihyljar vóru upphitaðir til 35 hitastig, so giktasjúk kunna gera venjingar í heitum vatni. Felagið fíggjaði eisini trappur og lyftir til hyljar fyri at tryggja atkomu til øll giktasjúk. Felagið hevur samstarv við hini norðurlendsku giktafeløgini. Giktasjúk hava í mong ár kunnað fingið fysioterapi á sjúkrahúsunum og á privatum klinikkum. Seinru árini eru eisini kiropraktorklinikkir settar á stovn ymsa staðni í Føroyum. Í 1971 byrjaði serlækni í giktasjúkum viðtalu í Tórshavn eftir avtalu við sjúkrakassarnar. Í 1974 varð sami lækni settur sum konsulentur í fysilogi og rehabelitering á Landssjúkrahúsinum 10 tímar um vikuna. Starvið varð broytt til yvirlæknastarv í 1982. Yvirlæknin fekk 10 seingjarpláss at ráða yvir á medisinsku deildini. Tá ið Elin Mørkøre segði seg frá sum yvirlækni í reumatologi í 1999, varð søkt eftir 2 reumatologiskum yvirlæknum. Tá ið eingin søkti, helt Elin Mørkøre áfram sum yvirlækni og við serlæknaviðtalu eftir avtalu við sjúkrakassarnar 2 dagar um vikuna til mai mánaða 2001. Endurtiknar umsøknir eftir reumatologiskum yvirlæknum hava verið úrslitaleysar, hóast søkt hevur verið í øllum Norðanlondum og í Bretlandi. Siðan 2001 hava reumatologiskir serlæknar virkað sum konsulentar á Landssjúkrahúsinum í tíðarbilum. 1. februar 2002 tók fyrrverandi yvirlækni Elin Mørkøre eftir áheitan frá leiðandi yvirlækna á medisinska deplinum við sum reumatologiskur konsulentur 2 dagar um vikuna. Frá í mai 2003 hevur verið reumatologisk konsulentvitjan við 5 ymiskum serlæknum úr Danmark 5-6 hvørja viku – íalt 10 vikur um árið. Elin Mørkøre bjóðaði seg til at halda fram sum konsulentur 1-2 ferðir um vikuna, men leiðslan kendi seg noydda til at minka um ta støguðu tænastuna til 20 tímar um mánaðin, hóast tað við hesum bert vóru brúktir 2/3 av reumatologisku yvirlæknalønini, tí tørvur var á peningi til annað sjúkrahúsvirksemi. Sambært landsstýrismanninum í heilsumálum var tað í lagi at minka um reumatologisku serlæknatænistuna, við tað at peningurin til hesa tænastu ikki er oyramerktur og tí kann brúkast til annað virksemi, sum leiðslan metir hevur størri týdning, og tá mett verður, at tann skerda reumatologiska konsulentskipanin sambært sjúkrahúsleiðsluni er heilsuliga nøktandi í mun til játtanina á fíggjarlógini. Elin Mørkøre gavst við konsulentstarvinum í august 2003, og hildið hevur verið fram við reumatologiskari konsulenttænastu úr Danmark 10 vikur um árið. 2. Lýsa og greina giktasjúkur
Gikt er sjúka í rørslulimunum: beinagrind, liðum, vøddum og bindivevnaði. Tær verða vanligt
býttar upp í 2 høvuðsbólkar: inflammatoriskar og degenerativar giktasjúkur.
Innanfyri hesar báðar høvuðsbólkar eru tað nógv sløg av gikt, sum hava ymisk sjúkueyðkenni á
kroppi og í blóði, bleytvevnaði og liðvætu.
Inflammatoriskar giktasjúkur
Inflammatoriskar giktasjúkur eru merktar av brunakendum, sokallaðum inflammatoriskum
broytingum, har vevnaður verður hovin, heitur og stundum reyður við øktari blóðrenslu og tarnaðari
rørslu í liðum. Niðanfyri verða nevndar nakrar av teimum vanligastu.
Liðagikt verður mett at raka umleið 1% av íbúgvunum í Norðanlondum. Av ókendum orsøkum ger
kroppurin andevni móti egnum vevnaði, sum elvir til inflammatión. Liðir gerast hovnir og pínandi.
Sum frá líður verða brósk og beinvevnaður niðurbrotin, og liðirnir kunnu avskeplast, um sjúkan ikki
verður steðgað. Sjúkan hevur ofta við sær fepur, møði, tunglyndi og at sjúklingarnir lætna. Stundum
koma eisini broytingar í eygum, hjarta, lungum, nýrum, livur, milt og nervum.
Barnaliðagikt fáa umleið 1 0/00 av børnum. Sjúkan líkist gikt hjá vaksnum.
Psoriasisgikt sæst hjá umleið 10% av teimum, sum hava psoriasis. Psoriasisgikt líkist liðagikt, men
er oftast mildari.
Bechterewsjúka er inflammatorisk giktasjúka í ryggsoyluni, sum hevur pínu og stívleika við sær.
Við urinsýrugikt gerast urinsýrukrystallir í liðum og bleytvevnaði, sum elva til inflammatión.
Inflammatorisk gikt í ørmum, beinum ella ryggsoylu sæst hjá 10 til 20% av sjúklingum, sum hava
inflammatoriska tarmsjúku, sum Morbus Crohn og Ulcerøs Colitis.
Løstir í ørmum og beinum elva stundum til inflammatión í liðum.
Bakteriur og virus kunnu vera orsøk til inflammatión í liðum.
Bindivevnaðarsjúkur ávirka mest húð, vøddar, liðir og likamslutir innan í kroppinum. Sum dømir
kunnu nevnast Lupus Erythematosus Dissiminatus og Sklerodermi.
Viðgerð av inflammatoriskum liðsjúkum
Heilivágur kann bøta um inflammatión og niðurbrótan av liðavevnaði. Tað er av stórum týdningi,
at viðgerðin verður sett í verk skjótast gjørligt, so minkast kann um vandan fyri niðurbrótan av
vevnaði og harvið varandi skaða í liðum.
Viðgerð av liðagikt er nógv broytt seinastu 20 árini. Nú verða mest brúkt heilivágssløgini
methotrexat ella salazopyrin sum fyrsta viðgerð. Um ikki nóg gott úrslit fæst av hesum, kann
stundum fáast bati við at geva fleiri sløg av heilivági í senn. Ymiskt er sum sjúklingar tola
heilivágir, sum kunnu hava hjáárin við sær. Tað er tí hent, at kunna skifta millum heilivágir, sum
eru kendir gjøgnum nýtslu í mong ár.
Seinastu tíðina hava vit fingið heilivágir, sum eru andevni til inflammmatiónsfremjandi evnir við at
binda seg til teirra. Remikada, Humira og Enbrel binda seg til TNF alfa, sum er
inflammatiónsfremjandi evni við liðagikt, psoriasisgikt, Bechterewsjúku, Ulcerøs Colitis og Morbus
Crohn. Tey tykjast at hjálpa væl til at steðga sjúkuni hjá nógvum. Tey mugu gevast støðugt í langa
tíð helst í fleiri ár. Tey eru kostnarmikil. Remikaduviðgerð kostar millum 80 túsund og 120 túsund
krónur um árið fyri hvønn sjúkling Viðgerð við Humira ella Enbrel kostar millum 125 túsund og
160 túsund krónur um árið. Onnur líknandi evni eru væntandi á heilivágmarknaðinum.
Vanlig mannagongd í dag er, at hesi nýggju evni verða givin, um tað ikki fæst nøktandi bati av
teimum fyrr nýttu heilivágunum. Tó verða tey nýggju evnini ofta nýtt sum fyrsta viðgerð hjá
børnum. Í løtuni verða royndir gjørdar fyri at vita, um tað eru fyrimunir við at nýta tey nýggju
evnini sum fyrsta viðgerð hjá vaksnum. So statt er møguleiki fyri, at tey fara at verða nýtt meira í
framtíðini, enn tey verða í dag. Møguleiki er eisini fyri, at tey gerast minni kostnarmikil sum frá
líður.
Urinsýrugikt verður oftast viðgjørt við apurin.
Stundum verður antibiotika nýtt til sjúklingar, har bakteriur eru atvold til giktasjúku.
Ofta er neyðugt við pínudoývandi heilivági sum til dømis Panodil ella við heilivági, sum umframt at
vera pínudoyvandi eisini minka um inflammatión, sum til dømis Brufen.
Binýrabarkhormonheilivágur bøtir um inflammatión og pínu og kann tí vera hentur í ringum
tíðarbilum. Hann kann gevast sum tablettir ella sum innspræning í sjúkar liðir.
Fysioterapi við venjing og stundum hita ella kulda kann hjálpa til at varðveita liðiligheit og styrki í
útlimum og kroppi. Venjing í heitum vatni er ofta sera gagnlig.
Ergoterapi kann hjálpa til at læra sjúklingarnar at nýta útlimir og kropp á best hóskandi hátt undir
arbeiði og í gerandis yrki. Skinnarar og onnur hjálpartól kunnu ofta vera til stórt gagn.
Kirurgisk viðgerð: Tá ið liðir avskeplast, kann vera neyðugt við skurðviðgerð fyri at bøta um pínu
og førleika. Tað kann vera hent at gera liðir stívar ella at skifta liðir út við eftirgjørdum liðum.
Eisini aðrar skurðviðgerðir, til dømis á sinum, kunnu bøta um førleikan hjá giktasjúklingum.
Tað er av stórum týdningi, at sjúklingarnir fáa holla kunning um giktasjúkuna og um
viðgerðarmøguleikarnar av sjúkuni.
Degenerativar giktasjúkur
Degenerativar giktasjúkur eru merktar av, at vevnaður verður niðurbrotin. Niðanfyri verða nevndar
nakrar av teimum vanligastu.
Slitgikt (artrosa) verður mett at vera vanligasta giktasjúkan. Næstan øll fólk yvit 65 ár hava slitgikt
við meir ella minni pínu í onkrum liði. Beinbróskið slítist, tað tynnist og kann stundum heilt hvørva
millum beinendarnar í liðunum. Beinagrindin verður óreglulig í liðendunum við vætufyltum opum
og øktum beinvøkstri um liðrendurnar. Stundum síggjast brunabroytingar í liðkapslinum og økt
liðvæta. Vøddar og spengur rundanum liðirnar kunnu gerast hovnir og eymir.
Slitgikt førir við sær pínu og minkaða liðiligheit. Vanligt er, at slitgikt versnar við árunum og kann
føra við sær avskeplan av liðum og ringar rørslutrupulleikar. Summi fáa slitgikt í nógvum liðum
meðan onnur bert í fáum.
Vit kenna bert lutvíst orsøkirnar til slitgikt, millum annað tykjast arvaligir eginleikar at hava
týdning. Ovurfiti verður mett at vera týðandi orsøk til slitgikt í knøum, mjadnum og lendum orsakað
av stórari tyngd á hesar liðir. Slitgikt kemur ofta í liðir, sum eru skaddir. Giktin kann eisini koma av
leingi varandi einstáttaðum arbeiði. Ovurligiligheit (hypermobilitet) kann stundum føra pínu við sær
og førir ofta við sær slitgikt við árunum
Vøddagikt (myosur og tendinosur) eru slitbroytingar í vøddum og spengrum, sum koma av overvan.
Tær kunnu koma ymsa staðni í kroppinum og føra við sær pínu og stívleikakenslu. Vøddagikt
kemur ofta aftaná longri varandi einstáttað arbeiði, serliga um arbeiðið kennist sálarliga tungt.

Ryggjatrupulleikar orsakað av slitbroytingum eru sera vanligir. Hetta førir við sær pínu og
rørslutrupulleikar, sum stundum gerast arbeiðsforandi.
Beinbroyskni (osteoporosa) rakar nógv eldri fólk. Tað hevur ofta við sær beinbrot og samanfall av
geislum.
Fibromyalgi er kronisk sjúka við pínu nógva staðni í kroppi, ørmum og beinum við nógvum eymum
umráðum í vøddunum, har pína útloysist, tá trýst verður á tey. Sjúkan hevur við sær møði og
minkaðan arbeiðsførleika orsakað av veikleika og øktari pínu undir og aftaná kroppsligt arbeiði.

Viðgerð av degenerativum giktasjúkum

Fysioterapi: Styrki- og liðiligheitsvenjing eru týðandi viðgerðir fyri slitgikt. Viðgerð í heitum vatni
gagnast ofta serliga væl. Hitin bøtur um pínuna, og vatnið ger tað lættari at røra seg. Hita- og
handaviðgerð kann ofta bøta um pínu og stívleika.
Vøddagikt verður viðgjørd við venjing, handaviðgerð og stundum hitaviðgerð, kuldaviðgerð,
blokadir ella nálaviðgerð (”dry needling” ella akupunktur). Við beinbroyskni er áhaldandi venjing
týðandi.

Ergoterapi gagnar sjúklingum við slitgikt á sama hátt sum hjá liðagiktasjúklingum við
ergonomiskari leiðbeining og hjálpartólum. Liðirnir eiga at verjast móti overvan og samstundis
venjast, so liðiligheit og megi verða varðveitt.
Skurðviðgerð: Skiftan av slitnum liðum við eftirgjørdum liðum kann ofta hjálpa væl uppá pínu og
rørsluførleika. Í summum førum kann besta loysnin vera at gera liðir stívar.
Heilivágur: Tað er ofta neyðugt at geva pínudoyvandi heilivág. Við hvørt sæst betur úrslit , tá givið
verður heilivágur, sum eisini doyvir inflammatión.
Beinbroyskni verður viðgjørt við kostískoyti av kálki og D-vitamin og stundum eisini
bisfosfanatum sum til dømis Fosamax ella Didronate, sum kann økja um kálkmongdina í
beinvevnaðinum, tá tað verður givið í langa tíð. Kvinnulig hormonir og líknandi evnir kunnu eisini
økja um kálkmongdina í beinagrindini og soleiðis fyribyrgja beinbroti.
Kunning um giktasjúkur: Tað er av stórum týdningi at giktasjúklingar verða gjølla kunnaðir um
teirra sjúku og um møguleikarnar fyri at bøta um hana.

Fyribyrging:
Fjølbroytt rørsla er týðandi alt lívið. Rørsla bøtir um blóðrenslið, sum er týðandi fyri varðveitslu av
bróski, beinvevnaði og bleytvevnaði í rørslulimunum og er sostatt fyribyrgjandi fyri
slitbroytingum.
Fólk sum røra seg lítið fáa oftari beinbroyskni enn onnur. Børn sum røra seg lítið, hava minni kálk í
beinvevnaðinum longu á ungum árum og kunnu tí lættari fáa beinbrot, serliga seinri í lívinum, tá
beinkálkið fer at minka við árunum. Fólk sum roykja, fáa oftari beinbroyskni enn onnur.
Fólk, sum sita nógv still í sínum arbeiði og røra seg lítið í frítíðini, fáa, í mun til onnur fólk, oftari
broytingar í liðum og bleytvevnaði, sum elva til pínu.
Hóskandi innrættan av arbeiðsplássum og læring av góðum arbeiðshættum verður mett at kunna
minka um vandan fyri at fáa slitbroytingar í rørslulimunum. Harumframt kann Kostískoyti av kálki
og D-vitamin minka um vandan fyri at fáa beinbroyskni.

3. Lýsa núverandi viðgerðarmøguleikar í Føroyum Tað er, sum nevnt, serlæknaviðtala í reumatologi 5. - 6. hvørja viku á Landssjúkrahúsinum – 10 vikur um árið. Tað eru fimm serlæknar úr Danmark, ið koma hvør 2 vikur um árið. Í eina tíð hevur ein reumatologur verið vikarur fyri medisinskan yvirlækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 2 vikur 5-6 ferðir um árið. Hann hevur í hesum tíðarskeiðum átikið sær at veita reumatologiskar serlæknaviðtalur. Kiropraktor:
Giktsjúk
Kommunulækni:
Fysioterapeut:
Hjálpitólamiðstøð
Sosialráðgevi
Innleggjan á sjúkrahús,
Reumatologiskan
Ortopedkirurg
konsulent á Lands-
fysioterapeut ergoterapeut sosialráðgevi psykolog
Mynd 1: Viðgerð av giktasjúklingum


Fysioterapi verður veitt á privatum klinikkum, har sjúkrakassarnir gjalda umleið helmingin av
kostnaðinum og sjúklingurin hin helmingin. Møguleiki er at søkja Almannastovuna um at gjalda hin
helmingin um ein er illa fyri fíggjarliga. Børn, sum eru undir 18 ár, fáa fría fysioterapi.
Fysioterapiklinikkir eru í Klaksvík, Fuglafirði, Runavík, Oyrabakka, Kollafirði, Vestmanna,
Tvøroyri, Vági, Miðvági og Tórshavn.
Heitir hylar at gera venjingar í eru til taks í Vági, Tvøroyri,
Fuglafirði, Leirvík, Gøtu, Toftum, Strondum, Søldarfirði, Kollafirði, Vestmanna, Sørvági, Kvívík og Tórshavn (sí skjal 1). Kiropraktorar hava viðtalur í Kollafirði og Tórshavn. Kvøldskúlatilboð um rørslu finnast í flestu kommunum. Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús veita fysio- og ergoterapi ambulant, tá viðgerðin ikki kann gevast á privatum fysioterapiklinikkum, og tá tað í serligum førum er neyðugt, verða sjúklingarnir innlagdir til viðgerðar. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava Bechterew sjúklingar møguleika at fáa intensiva fysioterapi dagligt í 2 vikur eina ferð um árið, meðan tey búgva á sjúkrahúsøkinum. Suðuroyar Sjúkrahús veitir ambulanta fysioterapi eftir ávísan frá kommunulæknum umframt viðgerð undir innleggjing. Bandagistur og ortopediskur skósmiður frá SAVA koma regluliga til Føroyar at útvega bandagur og ortopediskar skógvar til giktasjúklingar. Arbeiðseftirlitið hevur ábyrgd av, at arbeiði verður gjørt á heilsugóðan hátt, so tað ikki elvir til sjúku. Ein ergoterapeutur er settur ¾ tíð at leiðbeina um hóskandi arbeiðshættir á føroyskum virkjum Við fólkaheilsuætlanini, ið varð løgd fram í Løgtinginum í apríl 2006, verður varpa ljós á týdningin av at hava eina góða heilsu, og hvat vit kunnu gera fyri at betra um okkara heilsustøðu. Ætlanin við eini tílíkari ætlan er, at ein heilsufremjandi áskoðan eigur at seyra ígjøgnum í øllum lutum í samfelagnum. Eitt vælvirkandi fólkaheilsuarbeiði fevnir bæði um heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk. Í fólkaheilsuætlanini eru orðaðir málsetningar fyri, hvussu bøtast kann um heilsustøðuna, og mál eru sett, sum røkka fleiri ár fram í tíðina. Fólkaheilsuætlanin er ein liður í Visjón 2015 ætlanini. Økisterapeutar eru í Suðurstreymi, á Sandi og í Suðuroy. 4. Lýsa viðgerðartørvin
Innleiðing
Tað er sum áður nevnt týdningarmikið, at giktasjúklingar koma skjótt til kanningar, so diagnosa
kann setast og viðgerð setast í verk. Nógvir giktasjúklingar, sum til dømis sjúklingar við
inflammatoriskum sjúkum mugu framhaldandi kannast við jøvnum millumbilum við atliti til at fáa
staðfest tørv á møguligum broytingum í viðgerðini, sum oftast er yvir longri tíðarskeið.
Í fyrstu syftu er tað kommunulæknin hjá viðkomandi sjúklingi, ið ger kanningina, men ofta er
neyðugt at ávísa giktasjúklingar víðari til serlækna í giktasjúkum, t.e. reumatolog. Sum áður nevnt
er serlæknaviðtala í reumatologi er 5.-6. hvørja viku á Landssjúkrahúsinum – 10 vikur um árið. Tað
eru fimm serlæknar úr Danmark, sum koma hvør 2 vikur um árið. Hetta nøktar tó als ikki tørvin og
ber millum annað við sær, at ávísingar verða aftursendar, og at pensiónsmál verða goymd í ov langa
tíð.
Reumatologtænasta
Mett verður, at tað er tørvur á 2 reumatologum í Føroyum. Til dømis verður í Danmark mælt til, at
tað er ein reumatologur til 25.000 fólk sambært ”Dansk Reumatologisk Selskab”. Tað er tó torført
at fáa sett reumatologar í føroyska sjúkrahúsverkið, tí tað er trot á hesum serlæknum í londunum
rundan um okkum. Tí eigur tað at verða roynt at fáa sett ein í fyrstu syftu, og um hetta ikki eydnast,
eigur verandi konslenttænasta at verða útbygd.
Eftirútbúgving
Tørvur er á áhaldandi eftirútbúgving av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og terapeutum, sum ofta
eru felags um viðgerðina av giktasjúklingum.
Rehabilitering
Kronisk giktasjúk hava tørv á rehabilitering, sum oftast kann veitast ambulant, men stundum er
neyðugt við innlegging á sjúkrahús.
Í einari hvítubók um rehabilitering, sum Rehabiliteringsforum Danmark saman við m.ø.
”Marselisborg Centret” og Almannamálaráðnum hava givið út í 2004, verður
rehabiliteringshugtakið lýst nakað soleiðis:
Rehabilitering er ein miðvís og tíðaravmarkað samstarvsprosess millum ein borgara, tey
avvarðandi og fakfólk. Endamálið er, at borgarin, sum hevur ella er í vanda fyri at fáa stórar
avmarkingar fyri evnum sínum at virka, tað veri seg likamliga, sálarliga ella sosialt, fær eitt
sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív. Rehabilitering er grundað á borgarans samlaðu støðu í tilveruni,
og avgerðir um viðgerð skulu vera samskipaðar og samanhangandi og skulu taka útgangstøðu í
fakligari vitan.

Við øðrum orðum verður rehabiliteringstilgongdin eyðkend við:
- at dentur verður lagdur á gerandisdagin hjá borgaranum (bæði arbeiðslív og frítíð),
- at tiltøkini skulu taka atlit til borgaran sjálvan (t.d. viðgerð og venjing) umframt nærumhvørvið
- at útgangsstøðið er borgarin og hansara tørvur og fatan av tí støðu, hann er í, og at allar avgerðir verða tiknar í samráð við borgaran út frá hansara fortreytum og um neyðugt í samráð við avvarðandi, - at avgerðir verða tiknar við atliti til persónin í síni heild, tað veri seg likamliga, sálarliga og sosialt, og at neyðugir sektorar luttaka (t.d. sjúkrahúsverk, almannaverk og skúlaverk), - at arbeiðið verður samskipað soleiðis, at rætta hjálpin er til staðar, tá borgarin hevur brúk fyri - at arbeitt verður í tvørfakligum bólkum, oftani frá fleiri sektorum, har borgarin er í miðdeplinum, og um neyðugt saman við avvarðandi, - at ráðlagt verður út frá fastløgdum málum og tíðarkarmum, sum tryggja samband og samstarv - at arbeiðið er dynamiskt, smidligt og hevur eina menningartilgongd við góðskustýring, Týdningarmiklasti persónurin í rehabiliteringini er sjúklingurin sjálvur. Hann má royna nýggjar leiðir at liva við brekum og við at taka móti tilboðum, sum kunnu bøta um støðuna, gera venjingar og møguliga broyta dagligar arbeiðshættir. Í samarbeiðinum við sjúklingin kunnu teir ymisku fakbólkarnir hvør á sín hátt stuðla sjúklinginum. Fysioterapeuturin kann læra sjúklingin at gera venjingar, at bøta um og varveita styrki og liðiligheit í kroppinum umframt atgerðir at bøta um pínuna. Ergoterapeuturin lærir tann giktasjúka at nýta væl hóskandi arbeiðshættir, so hann verður mest møguligt sjálvhjálpin og kann varðveita best møguligan arbeiðsførleika. Hjálpartól og broytingar í heimi og á arbeiðsplássi eru ofta neyðug í hesum sambandi. Sjúkrarøktarfrøðingurin hjálpir við at stuðla til sjálvhjálpni og lærur sjúklingin at nýta tann neyðuga heilivágin á rættan hátt. Sosialráðgevin upplýsir um og kannar møguleikar fyri almennum stuðli til kostnaðin av neyðugu viðgerðini og um stuðul, tá arbeiðsførleikin er skerdur. Talan kann vera um sjúkrameldan, endurútbúgving ella um vart arbeiði. Sálarfrøðingurin kann hjálpa sjúklinginum við at finna nýggj lívsvirðir og lívsmøguleikar, ið ofta verða skerdir av giktasjúku, sum kann føra til tunglyndi. Læknin stílar fyri viðgerð við heilivági og samskipar viðgerðina sum heild. frøðingur
ráðgevi
Sjúklingur
Ergotera-
Sjúkra-
røktar-
frøðingur
Fysiotera-
Mynd 2: Samstarv við rehabilitering

Giktaskúlar
Í londunum rundan um okkum verða giktaskúlar nýttir sum eitt sera týdningarmikið amboð í
rehabiliteringini hjá giktasjúklingum.
Á einum giktaskúla lærir sjuklingurin um sjúkuna, og hvussu ein skal liva við henni. Meginreglan
er hjálp til sjálvhjálp. Á giktaskúlanum verða fleiri evnir tikin upp, sum t.d. vitan um sjúkuna og
hvussu ein kann læra at liva við kronsikari sjúku, hvørjir viðgerðarmøguleikar eru, um pínu og
hvussu ein kann liva við pínu, liðverju, týdningin av at venja, ergonomi, avspenning, matvanar,
heilivág, sálarfrøði og hjálpartól. Ein týdningarmikil partur av skúlanum er, at sjúklingar fáa høvi til
at tosa við onnur, ið hava somu sjúku.
Tað hevur nevniliga stóran týdning, at sjúklingarnir verða gjølla kunnaðir um giktasjúkurnar og
um viðgerðarmøguleikarnar av teimum. Nógvar giktasjúkur eru kroniskar sjúkur, sum sjúklingurin
má liva við í nógv ár. Royndir vísa, at sjúklingurin fær eitt betri lív, um hann fær vitan um sjúkuna
og tekur ábyrgd av sjúkuni.
Tey, ið luttaka á einum tílíkum skúla, skula á egnum kroppi royna ymiskar venjingar og sum heild
fáa hjálp til sjálvhjálp. Kanningar (gjørdar av Henrik Nielsen KAS Herlev) vísa, at tey, ið hava
fingið undirvísing, náa 20- 30 % pínuminking samanborið við tey, ið ikki hava fingið undirvísing.
Likamlig venjing økir um styrki og rørslur av vøddum og liðum. Harafturat styrkir venjing
beinagrind og brøsk. Hetta lærir sjúklingurin best við at gera venjingarnar saman við undirvísing í,
hvussu hann framhaldandi kann halda á fram alt lívið
Samanumtikið kann sigast, at giktaskúlarnir leggja dent á at læra giktasjúk at nýta egnar ressursir
best møguligt og eggja teimum at vera so aktiv sum gjørligt, tað veri seg likamliga, sálarliga og
sosialt.
Bólkurin metir, at tørvur er á giktaskúlum á øllum 3 sjúkrahúsum, sum kommunulæknar og
sjúkrahúslæknar kunnu vísa til. Tað er torført at meta um, hvussu nógvar bólkar (við 6-12
sjúklingum í hvøjum bólki) tørvur verður á. Tí verður neyðugt at endurskoða skipanina eftir einum
ári. Hvør bólkur fær undirvísing í umleið 20 tímar.
Undirvísarar í giktaskúlunum eru lækni, fysioterapeutur, ergoterapeutur og stundum eisini
sálarfrøðingur, sosialráðgevi, kostráðgevi, sjúkrarøktarfrøðingur og giktasjúklingur.
Rahabilitering uttanlands
Í Danmark, Noreg og Svøríki verða kroniskir giktasjúklingar, í summum førum, sendir til
rehabilitering í útlondum, har veðurlagið er heitt, turt og sólríkt. Kanningar hava víst, at hendan
viðgerðin hevur ført til bata hjá nógvum sjúklingum, sum hava inflammatoriskar giktasjúkur við
rørslubreki sum til dømis liðagikt og Bechterew sjúku. Góða veðurlagið verður mett at hava týðandi
ávirkan á tað góða úrslitið. Tað verður tó framvegis granskað í hesum evni. Ymiskt er, hvussu
hendan viðgerðin verður fíggjað í okkara grannalondum.
Í Noreg rindar landið fyri viðgerð á góðkendum stovnum uttanlands fyri áður nevndu sjúklingum.
Nevnast kann, at Noreg hevur tílíka avtalu við “Balkova – Physical Therapi and Rehabilitation
Center” í Turkalandi, har eisini Giktafelag Føroya hevur stílað fyri ferð fyri giktasjúk, sum vóru
sera vælnøgd við viðgerðina har.

Skipaðar venjingar í heitaðum hylum
Kronisk giktasjúk hava gagn av venjing í heitum vatni. Sum áður nevnt, eru heitir hylar til taks í
Vági, Tvøroyri, Klaksvík, Fuglafirði, Leirvík, Gøtu, Toftum, Strondum, Søldarfirði , Kollafirði,
Vestmanna, Sørvági, Kvívik og Tórshavn. Hylarnir verða lítið og einki brúktir, møguliga tí teir ikki
eru nóg heitir fyri giktasjúk, ið hava tørv á hylum, har vatnið er 35-36 hitastig. Venjingarskrá kann
lærast av fysioterapeutum. Mett verður, at hylarnir høvdu verið betri gagnnýttir, um teir høvdu verið
hitaðir til 35-36 hitastig eina ferð um vikuna, og at tað varð skipað fyri venjing við fysioterapeuti í
hylum ymsa staðni í landinum.
Ókeypis fysioterapi
Fysioterapi verður sum nevnt veitt á privatum klinikkum, har sjúkrakassarnir gjalda umleið
helmingin av kostnaðinum og sjúklingurin hin helmingin. Møguleiki er at søkja Almannastovuna
um at gjalda hin helmingin, um ein er illa fyri fíggjarliga. Í grannalondum okkara fáa øll tey, sum
eru ringast farin av kroniskari sjúku, fysioterapi við almennari hjálp. Bólkurin metir, at slíkir
giktasjúklingar eiga at fáa ókeypis fysioterapi á heimstaðnum.

Almann kunning
Almen kunning um týdningin av rørslu eigur at veitast gjøgnum fjølmiðlar og í skúlum, har
skúlaítrótturin eigur at endurmetast.
Kunning um heilsugóðar arbeiðshættir
Arbeiðseftirlitið hevur ábyrgd av, at arbeiði verður gjørt á heilsugóðan hátt, so tað ikki elvir til
sjúku. Ein ergoterapeutur er settur ¾ tíð at leiðbeina um hóskandi arbeiðshættir á føroyskum
arbeiðsplássum. Tað er sjálvandi sera avmarkað, hvussu nógv ein terapeutur, ið er settur ¾ tíð, kann
náa av undirvísing. Bólkurin metir, at innsatsurin á økinum eigur at økjast við í minsta lagi einari
normering afturat.

5. Uppskot/tilmæli um hvussu viðgerðarviðurskiftini hjá umrøddu sjúklingum kunnu betrast og skipast. Tilmælini, ið bólkurin hevur til at betra um viðgerðarviðurskiftini hjá giktasjúkum, eru sostatt hesi: 1. Søkt verður eftir yvirlækna í reumatologi. Um ongar umsøknir verða til starvið, verður mælt til, at konsulenttænastan verður útbygd eftir tørvinum. Í fyrsta umfari verður mælt til, at møguleiki verður fyri, at reumatologiskir konsulentar koma til Landssjúkrahúsið 5. hvørja viku – 12 vikur um árið. Tað eigur at haldast fast um framtíðarætlanina frá 1999 um, at 2 reumatologar verða settir í Føroyum. 2. Rehabiliteringsmøguleikarnir fyri giktasjúk eiga at betrast, við at giktaskúlar verða settir á 3. Áhaldandi eftirútbúgving av læknum, sjúkrasystrum, fysio- og ergoterapeutum, sosialráðgevum og psykologum um rehabilitering av giktasjúkum verður sett í verk, ið lærir starvsfólkini betri at síggja og nýta møguleikarnar við viðgerð og undirvísing. 4. Venjing í heitum hyli eigur at vera tilboð til allar giktasjúklingar eftir leiðbeining av fysioterapeuti. Hylarnir eiga at verða hitaðir til 35-36 hitastig eina ferð um vikuna. Mælt verður til, at skipað verður fyri venjing við fysioterapeuti ein tíma um vikuna í hylum í Vágum, Norðurstreymoy, Suðurstreymoy, Eysturoy, Norðoyggjum og Suðuroy. 5. Mælt verður til, at ergoterapeutmanningin í Arbeiðseftirlitinum verður økt til 2 terapeutar. 6. Mælt verður til, at teir harðast raktu giktasjúklingarnir fáa ókeypis fysioterapi á heimstaðnum. Leiðreglur um hvørji sjúkueyðkenni skulu krevjast fyri, at hetta kann setast í verk, eigur at ásetast av settum reumatologi við Sjúkrahúsverk Føroya í samstarvi við fysio- og ergoterapeutar og í samráð við Almanna- og heilsumálaráðið. 7. Mælt verður til, at Visitasjónsnevndin við Sjúkrahúsverk Føroya tekur málið upp viðvíkjandi góðkenning og avtalu við rehabiliteringsstovn uttanlands á støðum har giktasjúk kunnu fáa gagn av viðgerð í vælhóskandi veðurlagi. Harumframt skulu leiðreglur ásetast, ið staðfesta hvørji sjúkraeyðkenni skulu vera hjá sjúklingum, sum kunnu fáa hesa viðgerð goldnað av sjúkrahúsverkinum. 6. Fyrimunir – Vansar Fyrimunir: Giktasjúklingarnir batna og fáa tað munandi betri við skjótari og væl hóskandi viðgerð. Við at minka um inflammatiónina, batnar liðatrotið, og niðurbrótingin av liðavevnaði tarnast soleiðis, at avskeplan av liðum verður minni. Almenna heilsustøðan hjá tí einstaka batnar, og pínan gerst minni. Sjúklingarnir gerast meira sjálvbjargnir, og arbeiðsførleikin betrast soleiðis, at tey kunnu verða longri á arbeiðsmarknaðinum. Mett verður, at giktaskúlarnir fara at minka um tørvin á innlegging til fysio- og ergoterapi á sjúkrahúsunum, tá møguleiki verður fyri, at tílík viðgerð kann veitast ambulant á giktaskúlum. Vansar: Meirkostnaður fyri viðgerð og giktskúlar, tó lækkar kostnaðurin, sum frá líður, orsakað av minni tørvi á avlamisveitingum. 7. Kostnaðarmetingar av uppskotinum til loysn á
viðgerðarviðurskiftunum

Setan av reumatologi í føroyska sjúkrahúsverkinum
Arbeiðsbólkurin mælir til, at ein fastur reumatologur verður settur í føroyska sjúkrahúsverkinum.
Um ein tílíkur serlækni verður settur, er ikki neyðugt at varðveita verandi konsulentskipan.
Um ongar umsøknir vera til starvið, verður mælt til, at konsulenttænastan verður útbygd eftir
tørvinum. Í fyrsta umfari verður mælt til, at møguleiki verður fyri, at reumatologiskir konsulentar
koma til Landssjúkrahúsið 5. hvørja viku t.e. tilsamans 12 vikur um árið.
Setan av reumatologi
Niðurlegging av konsulenttænastu1 347.700 Meirkostnaður av at seta reumatolog
252.300 kr.

Um ikki eydnast, at fáa sett ein reumatolog, mælir bólkurin til, at konsulenttænastan verður víðka í
minsta lagi til 5. hvørju viku (12 vikur um árið). Hetta merkir, at tænastan tilsamans kemur at kosta
417.240 kr ella 69.540 kr meira um árið.

Konsulenttænasta 5. hvørja viku (12 vikur árliga)
Konsulenttænasta 6. hvørja viku (10 vikur árliga) Meirútreiðslur av øktari konsulenttænastu
69.540 kr.

Giktaskúlar
Bólkurin mælir eisini til, at giktaskúlar verða settir á stovn á øllum 3 sjúkrahúsunum, har
sjúklingarnir verða bólkaðir í mun til hvat slag av gikt, teir hava.
Bólkurin mælir til, at bólkarnir í høvuðsheitum verða bólkaðir eftir teimum høvuðsbólkunum, ið eru
fyri giktasjúkur, nevniliga inflammatoriskar og degenerativar giktasjúkur. Tá ið tað viðvíkur
inflammatoriskum giktasjúkum, mælir arbeiðsbólkurin til, at tað um árið verða 2 bólkar á
Landssjúkrahúsinum, 1 bólkur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og 1 bólkur á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tá ið tað viðvíkur degenerativum giktasjúkum, sum t.d. slitgikt, verður samstundis mælt til, at tað
um árið verða 5 bólkar á Landssjúkrahúsinum, 3 bólkar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og 2 bólkar á
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Talan verður um 20 tíma undirvísing fyri hvønn bólk, har hvør tími verður mettur at kosta 300 kr.
Hvør bólkur fer so statt at kosta 6000 kr.
Giktaskúli - Landssjúkrahúsið:
2 bólkar við inflammatoriskum giktasjúkum
5 bólkar við degenerativum giktasjúkum Tilsamans 42.000

Giktaskúli - Klaksvíkar Sjúkrahús:
1 bólkar við inflammatoriskum giktasjúkum
3 bólkar við degenerativum giktasjúkum Tilsamans 24.000

Giktaskúli - Suðuroyar Sjúkrahús:
1 bólkur við inflammatoriskum giktasjúkum
2 bólkar við degenerativum giktasjúkum Tilsamans 18.000

Eftirútbúgving
Bólkurin metir, at tørvur er á, at áhaldandi eftirútbúgving av læknum, sjúkrasystrum, fysio- og
ergoterapeutum, sosialráðgevarum og psykologum um rehabilitering av giktasjúkum verður sett í
verk, ið betri lærir starvsfólkini at síggja og nýta møguleikarnar við viðgerð og undirvísing.

Eftirútbúgving av heilsustarvsfólki
150.000 kr.

Rørsla í heitum hylum
Bólkurin metir, at tørvur er á, at skipaðar venjingar eru í útvaldum hyljum í Suðurstreymoy,
Norðurstreymoy, Eysturoy, Suðuroy og Norðoyggjum við einum fysioterpeuti 1 ferð um vikuna í
ein tíma. Soleiðis er talan í fyrstu syftu um 6 heitir hyljar, ið verða nýttir til skipaða venjing fyri
giktasjúk.
Mett verður, at hvør undirvísingartími í miðal fer at kosta 300,00 kr
Undirvísing/venjing í 6 hyljum árliga
86.400 kr.

Ókeypis fysioterapi á heimstaðnum til meinast raktu giktsjúklingarnar:

Áðrenn avgjørt verður, hvørji eyðkenni skulu vera fyri giktsjúklingar, sum skulu fáa ókeypis
fysioterapi, er torført at spáa um, hvussu nógv tað fer at kosta. Leyslig meting er 300.000 kr. um
árið.
Ókeypis fysioterapi til harðast raktu giktasjúklingar
300.000 kr.


Kunning um heilsugóðar arbeiðshættir
Bólkurin metir, at tað sjálvandi er sera avmarkað, hvussu nógv ein terapeutur, ið er settur ¾ tíð á
Arbeiðseftirlitinum, kann náa av undirvísing. Bólkurin metir, at innsatsurin á økinum eigur økjast
við í minsta lagi einari normering afturat.
Ein eyka normering á Arbeiðseftirlitinum av terapeuti 300.000 kr.

Samlaðar útreiðslur:
Meir útreiðslur við setan av reumatologiskum yvirlækna
Kunning um heilsugóðar arbeiðshættir Gjald fyri fysioterapi til meinast raktu sjúklingar Tilsamans
1.172.700.kr.
Mælt verður til, at viðgerðartørvurin verður endurskoðaður eitt ár aftaná, at ætlanin er sett í verk. Heimildir 1. Reumatologi 2001. Redigeret af Johannes Friis,Peter Junker,Claus Manniche,Jørgen Petersen og Kristian Steengaard-Petersen.FADL´s Forlag A/S,Copenhagen 2. Leddegigt – medicinsk teknologivurdering af diagnostik og behandling 2002. 3. Muskel – og skeletsygdom i Danmark,forekomst og sygdomsadfærd. Dike 1995 4. Rapport om det færøske sygehusvæsen. Dansk Sygehusinstitut 1988. 5. Rapport om det færøske sundshedsvæsen. Rådgivningsgruppen vedrørende sundsvæsenet på 6. Analyse af ledelses – og organisationsstrukturen på Landssygehuset i Tórshavn: Dios 1996. 7. Handlingsplan for slidgigtområdet: Gigtforeningen 2003. 8. Ondt i ryggen: Forekomst,behandling og forebbyggelse i et MTV – perspektiv: Statens Institut 9. Ideer til forebyggelse af muskel – og skeletsygdomme i Danmark – Dike 1993. 10. General evaluation of norvegian patients in the years 1995 – 1998 :Balcova – Physical Therapi 11. Ondt i ryggen 0g arbejdet: Overlæge Johan Hviid Andersen,overlæge Henrik A.Kolstad,overlæge Niels E.Ebberød og professor Tom Bendx. Ugeskrift for Læger 31.januar 2005. 12. Samrøður við Evelyn Gaard, ergoterapeut á Arbeiðseftirlitinum og Pál Weihe, yvirlækna á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. 13. Kunnskap og makt i færøsk helsepolitik 1820 – 1970. Beinta í Jákupsstovu. 14. Statens Institut for Folkesundhed. 15. Behandlingsrejser til udlandet. Et offentligt ansvar; Norges offentlige udredninger 200: 2. 16. Klimatvård før reumatiker. Reumatikerforbundet 2002. Skjøl:
Skjal 1:
Núverandi tilboð til giktasjúk í Føroyum
Tórshavn:

4 fysioterapeutiskar viðgerðarstovur.

Eysturskúlin: Her eru serlig tilboð 3 ferðir um vikuna:
Mikukvøld: Kvøldskúli, vatnið er 30 hitastig.
Hóskvøld: eldri fólk og fólk við ryggtrupuleikum, vatnið er 32 hitastig.
Fríggjadag kl. 16: Smábørn, vatnið er 32 hitastig.
Argja Skúli:
Vatnið er altíð 26 –27 hitastig.
Ongin serlig tilboð eru í hylinum á Argja Skúla.
Skúlin á Trøðini:
Vatnið er 34 – 36 hitastig.
Hylurin verður einans brúktur til børnini á skúlanum um ikki serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Landssjúkrahúsið:
Hylurin verður ikki nýttur serliga nógv.
Efter at Elin Mørkøre steðgaði, verða bert fáar giktasjúklingar ávístir til viðgerðar.
Hylurin er til nýtslu fyri fólki útifrá mánadag - fríggjadag i tíðarskeiðinum kl. 13-15, men næstan
ongin ger nýtslu av hesum.
Svimjihøllin:
Tað eru 4 hyljar.
Hitin í tí stóra hylinum er 25 – 26 stig. Hitin í teimum minni hyljunum er 29 –30 hitastig.
Talan er ikki um nøkur serlig tilboð.

Norðoyggjar:

Ein fysioterapeutisk viðgerðarstova er í Klaksvík
Kommunala svimjihøllin:
Serligt tilboð við heitum vatni er eina ferð um vikuna
Klaksvíkar Sjúkrahús:
Viðgerðarhylur har vatni er 35 hitastig, sum er opin fyri øll eftir læknaávísing. Bert opin fyrrapartar.
Umleið 150 fólk nýta hylin árliga.
Fysioterapi og ergoterapi verður annars givin til: innlagdar sjúklingar (harav eisini giktasjúk), eftirviðgerð aftaná innlegging. Eisini viðgerð sum privatstarvandi fysioterapeutur ikki hevur møguleika at geva. Í nógv ár hevur Klaksvíkar Sjúkrahús havt eitt tilboð um intensiva terapi til Morbus Becterew sjúklingar. Viðgerðin varðir í 14 dagar og tilboðið er 2 ferðir um árið. Henda møguleika nýta millum 20-30 sjúklingar árliga. Sum nakað nýtt er Leif Knudsen reumatologur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 5-6 ferðir um árið, 14 dagar hvørja ferð. Hann vikarierar fyri med. yvirlækna og viðgerð sjúklingar í sjúkrakassaregi. Fimleikur og onnur rørslutilboð í kvøldskúlaregi.
Eysturoyggin:

3 fysioterapeutiskar viðgerðarstovur. Ein í Fuglafirði, ein í Runavík og ein á Oyrabakka.
Kommunalir svimjihyljar:
Í Fuglafirði, Leirvík, Gøtu, á Toftum og á Strondum er vatnið yvir 30 hitastig ein dag um vikuna og
er tá tað er opið alment.
Í Søldarfirði er vatnið 35 hitastig og har svimja brekað børn v. stuðlum og skúlabørn.
Á Ellis og Røktarheiminum í Runavík er heittvatnshylur, men vegna útbygging verður hann ikki
brúktur í løtuni. Tá útbyggingin verður liðug í 2006-2007 er meiningin at fólk kunnu koma og
búgva á heiminum og fáa intensiva viðgerð í nakrar vikur.
Fimleikur og onnur rørslutilboð í kvøldskúlaregi.
Norðurstreym:
2 fysioterapeutiskar viðgerðarstovur. Ein í Kollafirði og ein í Vestmanna.
Kommunalir svimjihylar:
Í Kollafirði er vatnið yvir 30 hitastig og er hylurin opin fyri almenninginum fleiri kvøld um
vikuna. Í Vestmanna er vatnið upp ímóti 30 gradum, og hylurin verður nógv brúktur. Í Kvívík er
vatnið 28-29 gradir. Opin fyri skúlanum og almenninginum.
Kiropraktor er í Kollafirði:
Fimleikur og onnur rørslutilboð í kvøldskúlaregi.
Vágar:
Ein fysioterapeutisk viðgerðarstova.
Kommunalur svimjihylur í Sørvági. Vatnið er umleið 30 hitastig og hylurin verður
brúktur til kvøldskúlan.
Fimleikur og onnur rørslutilboð í kvøldskúlaregi.


Suðuroy:

2 fysioterapeutiskar viðgerðarstovur. Ein á Tvøroyri og ein í Vági.
Suðuroyar Sjúkrahús:
Vatnið í hylinum er 34 – 35 hitastig. Mánadag – fríggjadag eru tað hvønn dag giktasjúklingar.
Harumframt er ein giktabólkur við 5-6 sjúklingum, ið fær viðgerð í 12 vikur 1-2 ferðir um árið.
Kvøldskúlin hevur tveir giktabólkar hóskvøld.
Tvøroyrar Skúli:
Hitin í vatninum er altíð 26 –28 hitastig. Her eru ongin serlig tilboð.
Vágs Skúli: Leygardag er vatnið 30 –31 hitastig. Kl. 10 -11 er hylurin bert opin fyri eldri fólk og
fólk, ið vilja venja.
Sandoy:

Ein fysioterapeutisk viðgerðarstova, men ongin fysioterapeuter í løtuni.
Meginskúlin:
Hylurin er opin frá páskum til heystferiuna. Mikukvøls er vatnið 31 hitastig.
Her er eitt ryggja/gigta bólkur, sum ein lærari undirvísir .
Keldur: Tosa í telefon við avvarðandi fólk í kommununum.

Sahva:
Í sambandi við tilboð til giktasjúklingar skal eisini nevnast avtalan við Sahva. Annan hvønn mánaða
kemur ein bandagistur og ein hondskómakari til Føroya í umleið eina viku. Arbeitt verður við at
broyta hesa skipan soleiðis at hon kemur at virka betur enn hon hevur gjørt.

Skjal 2:
Konsulent avtala 2006. 6. Hvørja viku (10 ferðir tilsamans):
Løn 25.000

25.000 kr
Ferðaseðil 4000
Kost og logi 4270
Aðrar útreiðslur

Tilsamans

34.770 kr

34.770*10

Source: http://www.tinganes.fo/logir/alit/2006.12%20%C3%81lit%20um%20vi%C3%B0ger%C3%B0%20av%20giktasj%C3%BAklingum.pdf

Bridges vol.11 no.1.pmd

Thailand Continues the Battle for Cheaper Drugs The Thai government may allow generic production of more than a dozen patented medicines unless companies substantially lower the price oftheir brandname products. Three compulsory licenses for domestic production and import have already been issued. Thailand’s Ministry of Public Health has set up a panel to review whether compulsory licenses

Design

AGFIMS: HOUSEHOLD LISTING SCREENER No. Region/ Mkoa __ __________________________________________________________________________________District: Wilaya_ ___________________________________________________________________________________Ward: Kata _ ______________________________________________________________________________________EA: Eneo la utafiti______ _____________________________

Copyright © 2010-2018 Pharmacy Drugs Pdf